Streamarin Ninja er ein av størstu nøvnunum í gaming. Hann var ein stór stjørna á Twitch, har hann spældi mest Fortnite. Men so kom Mixer við Microsoft-pengum og lokkaði hann í eina ekslusiva avtalu at bara streama á Mixer. Tað sama gjørdu tey við aðrar stórar streamarar, til dømis Shroud.
Men nú vísir tað seg at tað skuldi meira til fyri at gera Mixer væleydnað. Platformurin lukkar nemliga niður. Tey hava samstundis valt at samstarva við Facebook um at flyta ymsar partnarar yvir har, men tær ekslusivu avtalurnar verða upploystar. Hetta merkir millum annað, at stór nøvn sum Ninja og Shroud aftur sleppa at streama á Twitch.