Nýtt Pokémon Snap kemur til Nintendo Switch

Okt
14

Nýtt Pokémon Snap kemur til Nintendo Switch

Fyri meira enn tjúgu (!) árum síðani kom Pokémon Snap út til Nintendo 64. Persónliga elskaði eg spælið. Tú ferðast gjøgnum ymisk landsløg full av pokémons og hevur til uppgávu at taka so góðar myndir sum møguligt av teimum.

Nú kemur endiliga ein uppfylgjari. Kreativt nokk eitur spælið New Pokémon Snap, og kemur út til Nintendo Switch. Tað virkar upplagt við motion controls at venda tínum apparati allar møguligar vegir fyri at fáa perfektu myndina.

Vit vita enn ikki nær spælið verður útgivið, men vit hava fingið ein trailer sum tú sært niðanfyri.